Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.12.2024 20:09

Ungur málverji til EB/Streym

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur skrivar soleiðis á heimasíðu síni í kvøld:

17 ára gamli málverjin, Óli Mikkelsen, hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við EB/Streym.

Óli hevur leikt við Skála øll árini. Nú velur hann nýggjar avbjóðingar, tá hann legst afturat málmanstoyminum í felagnum og verður partur av betriliðnum hjá okkum.

Vit gleða okkum til samstarvið og ynskja tær hjartaliga vælkomnan í felagið