Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.12.2024 17:21

“HEIM FRÁ AMERIKA” – nýtt staklag við NORÐKRAFT

Tíðindaskriv

Næsta staklagið á hesum sinnið við NORÐKRAFT kemur út fríggjadagin 27. december 2024. Lurta longu nú eftir lagnum á YouTube. Hesuferð er tað ein kontantur rokkari – “HEIM FRÁ AMERIKA” – ið er á skránni.

Í 2001 rýmdi ein genta úr Sundalagnum, og endaði 7 míl frá Hollywood. Edmund – sum skrivaði lagið til CHASE – hevur mangan hugsa um, hvussu tað hevði verið, um hon nú kom heimaftur á klettarnar. Hevði nakað skil verði á?

Noy, har er onki skil á! Nýggja staklagið við NORÐKRAFT –  “HEIM FRÁ AMERIKA” snýr seg nevniliga um, at hon brádliga var heima aftur. Lagið, ið kemur út til stroyming fríggjadagin tann 27. december – er ein kontantur rokkari av tí harða slagnum: 

– Tað er jú tann stílurin, ið eg og Mikkjal avgjørdu at spæla saman, tá ið vit stovnaðu bólkin, sigur sangarin í NORÐKRAFT Edmund Jacobsen:

Guitarleikarin Mikkjal Hvannastein leggur afturat: 

– Bæði eg og Edmund lurta eftir – og spæla eisini – øll sløg av tónleiki. Men tá ið tað snýr um NORÐKRAFT, so fer tað altíð at verða rokkur.

OBS! Musikvideo til “HEIM FRÁ AMERIKA” kann longu nú njótast á YouTube – trýst her: 

Upptøkur gjørdar í Esbjerg

Staklagið “HEIM FRÁ AMERIKA” er upptikið í Esbjerg í september og oktober í ár.

Tónleikarar eru Peter Jakobsen bass, Matthew Anyanwu trummur, Mikkjal Hvannastein guitar og Edmund Jacobsen sang. Lagið er ljóblanda og mastra í Gøteborg af Christoffer Borg, ið hevur arbeitt við so kendum rokkbólkum bólkum sum EvergreyAmarantheArt Nation og fleiri. 

NORÐKRAFT hevur fleiri løg til reiðar at geva út komandi mánaðarnar. Og enn er tað ætlanin at geva út eitt album í vár.