Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til leygarkvøldið kl. 18:00.
Seinnapartin og í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld ójavnur vindur, stundum niður í frískan vind, 8 m/s, og stundum upp í skrið, 18 m/s. Ælaveður ella regn. Í nátt frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Ælaveður møguliga við vátakava. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s. Móti middegi og seinnapartin frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s. Hitin 4 til 9 stig, í nátt og í morgin 0 til 7 stig.