Seinnapartin í dag, um 14 tíðina, vóru boð eftir sløkkiliðnum í Eysturkommunnu, tá ið ein persónur, sum hevði verið ein túr í haganum í Leirvík, var dottin og hevði fingið skaða í beinið.
Menn frá sløkkiliðnum, saman við sjúkraflutningsfólki, fóru til gongu eftir honum við børu. Hann varð síðani førdur við sjúkrabili á landssjúkrahúsið.
Óhappið hendi kring fjallið, Sigatind, nakað niðarliga.