Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.12.2024 12:14

Anfinnur Garðalíð afturvaldur sum formaður

Føroya Skipara Og Navigatørfelag  

Føroya Skipara Og Navigatørfelag hevði Ársaðalfund í dag á Hotel Hilton Garden Inn.

Tað vóru ca 60 limir møttir til fundin.

Fundurin koyrdi eftir skrá sambart viðtøkurnar.

Nevndarval var eisini, 6 limir stóðu fyri val, 8 stillaðu upp. Ein valdi ikki at taka við aftur valið

Eftir Ársaðalfundin skipaði nevndin seg við formanni og næstformanni.

Annfinnur Garðalíð bleiv afturvaldur sum formaður, hetta verður 11. árið hann er formaður.

Elias Zachariasen bleiv valdur sum 2. Formaður.

Nevndin sær soleiðis út:
Annfinnur Garðalíð Formaður
Elias Zachariasen 2. Formaður
Alfred Jacobsen
Kristian Oskar Henriksen
Martin Mohr í Grund
Finnbogi Berg
Jørgen Nielsen
Jákup Gøthe
Jónfinn L Poulsen
Arnfinn Hansen
Jákup Pauli Lassen