Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.12.2024 12:28

Myndir: Teir frá Atlantic Helicopters greiddu frá um bjargingina av Kambi

Føroya Fiskimannafelag

Atlantic Helicopters hevur eina tyrlu við manning á varðhaldi alt samdøgrið 365 dagar um árið til leiting, bjarging og sjúkraflutning.

Tyrlan er serliga útgjørd til hetta endamálið.

Á landsfundinum í dag 28. Des. greiddu Andreas Mouritsen tyluskipari og Bjørn Sjúrður Patursson, bjargari hegnisligar frá virkseminum hjá Atlantic Helicopters.

Øll søgan, sum tyrlutænasta var gjøgnumgingin, heilt frá tí danir røktu bjarging í Føroyum og til dagin í dag var gjøgnumgingin.

Ein sera áhugaverd gjøgnumgongd við nógvum myndum. 

Síðan greiddu teir báður frá, hvussu teir upplivdu bjargingina í samband við at Kambur sakk í februar í ár.

Tað var ikki minni hugtakandi, tí tað var sum um tú vart við í bjargingini, so væl dugdu teir báðir at greiða frá. 

Nakrar myndir eru frá løtuni tá teir greiddu frá.

Myndir Birgir Waag Høgnesen