Eyp
Tað er spurningurin sum Fótbóltsamband Føroya nú skal taka avgerð um. Eitt sokallað vegamót í føroyskum fótbólti.
Nú er nakað av tíð liðið síðani Fótbóltsamband Føroya valdi at slíta samstarvið við sviian Håkan Ericsson og venjaratoymið hjá honum, eftir uml. 5 árum við upp- og niðurtúrum hjá A-landsliðnum hjá monnum.
Hetta var tó ein avgerð, sum mong kanska væntaðu fór at koma, fyrr ella seinni, eftir at úrslitini og undirtøkan, bæði á og uttanfyri vøllin varð vorðin alsamt minkandi. Og at nógvir áskoðarir vóru komnir at mørkum og vóru byrjaðir at venda flaggskipinum bakið.

Tí vóru boð send eftir føroyingunum báðum, Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen, ávíkavist høvuðsvenjara og hjálparvenjara hjá U21 landsliðnum. Eftir at teir í nøkur ár, við hegni og dugnasemi, høvdu leitt U21 dreingirnar til góð og heiðurlig úrslit móti sterkari mótstøðu.
Tveir mans, við hollum kunnleika til alt, sum rørðir seg innan føroyskan fótbólt, bæði á og uttanfyri vøllin, og sum munnu hava vunnið mest sum alt sum er at vinna í føroyskum fótbólti.
Uppgávan teirra varð greið: bjarga Føroyum frá einari, á pappírinum katastrofalari niðurflyting til deild D í Nations League! Samstundis at teir skuldu royna at endurvinna álitið aftur millum føroysku áskoðararnar og fótbóltsføroyar sum heild.
Og hetta má sigast at hava eydnast hjá “nýggja” venjaratoyminum. Hóast skotbráið var stutt. Tí mest sum alt sum teimum varð álagt at gera, eftir bert tveimum dystum við stýrisvølin, báðir dystir á útivølli, í tórførum umstøðum niðri í Eysturevropa, eydnaðist at gera.
Uttan at fara niður í smálutir, so fingu teir okkurt at vakna í føroyinginum, nakað sum eisini hevði ligið í dvala hjá føroysku A-landsliðsleikarunum í longri tíð.
Nakað, sum fólk flest, sum hava fylgt landsliðnum í nógv ár høvdu saknað, tá ið landsdystir vóru leiktir, varð sokallaði føroyski stíðsviljin á vøllinum. Har menn runnu teir eyka metrarnar sum máttu til, bløddu í báðum knøunum, sveittaðu blóð og offraðu seg í hvørjum tí einasta tvídysti, frá fyrsta til síðsta bríksl.
Nakað sum undir Håkani Ericson alt ov ofta manglaði ella ikki sást aftur á vøllinum av einari ella aðari orsøk.
Men hetta fekk føroyska (fyribils) venjaratoymið rætta uppá so at siga beinanvegin, so føroysku áskoðarirnir fingu upp í fleiri leypar av stríðsvilja.
Og var tað eisini hetta, serliga í fyrra dystinum, sum gjørdu at 3 kærkomin stig komu á konto og bjargaðu Føroyum sætið í deildini eftir 1-0 sigurin á Armenia.
Og um eydnan varð við føroyingum í seinna dystinum, so kundi tað eisini enda við at Føroyar spældu play-off dyst um at FLYTA upp í Deild B. Nakað sum varð óhugsandi áðrenn teir tóku yvir!
Tí hevði tað verið sera áhugavert, at sæð hvat hetta føroyska venjaratoymið, við einum fullum Tórsvølli í rygginum, kundu gjørt móti bæði størri og sterkari mótstøðu. Livst so spyrst.

Fyri nøkrum vikum síðani boðaði annars sitandi forseti í Fótbóltssamband Føroya, Christian Andreassen alment frá, at ein útlendsk ráðgevingarfyritøku varð sett at hjálpa fótbóltsambandinum at finna komandi landsliðsvenjaran. Tað sama segði aðalskrivarin, Kristin Dam Ziska, um tilgongdina at finna venjara til manslandsliðið.
Og tað nýggjasta í málinum sambært forsetanum sjálvum er, at fleiri útlendingar nú eru upp á tal og eru á listanum at gerast A-landsliðsvenjari. Samstundis varð sagt at føroyska venjaraloysnin við Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen enn er uppá tal, hóast tað kann tykjast, sæð við uttanstandandi brillum, ikki er so sannlíkt longur.
Og at samtalur fara at vera í næstum, og at starvið helst verður sett 1. februar.
At fara útum landoddarnar at finna ein venjara, ella venjaratoymið, júst eftir at tveir av “okkara egnu” hava víst hvat teir kunnu, er óskiljandi uppá nógvar mátar, kundi onkur turrusliga sagt.
Tí tað er fleiri ferðir fyrr sæð, at ikki alt sum er útlendskt, er nakað pettið betur enn okkara egna tilfeingið.
Og at rinda uml. 2. mió krónur til ein útlending, sum lítið ella einki tilknýti ella áhuga annars hevur til okkara lítla oyggjaland, er kanska ikki longur vegurin fram. Onkur kundi kanska heldur spurt um peningurin ikki var brúktur betur uppá eina føroyska loysn?

Kanska skuldi Fótbóltsamband Føroya vent aftur til tær góðu og gomlu dygdirnar, har stríðsviljin, felagsskapurin, tjóðskaparkenslan og alskurin fyri føðilandinum aftur skal verða drívmegin og bulurin á einum nýggjum A-landsliðstoymið. Serliga nú, tá ið flestu pílar aftur venda rætta vegin undir Klakstein og Gregersen.
Um rætta avgerðin hjá Fótbóltsamband Føroya verður tikin hesu ferð ella ikki, velst sjálvandi um hvat avgerð persónarnir, við tí stóru ábyrgdini niðri á kontórinum á Tórsvølli, komandi tíðina koma at taka. Um avgerðin verður skeiv, so kann hetta sjálvandi gera óbótaligan skaða fyri A-landsliðsarbeiðið og áhugan her á landi og langt fram í tíðina.
Tí kann tað tykjast heldur undarligt, serliga sæð við føroyskum brillum, at Fótbóltssamband Føroya nú hevur funnið sær útlendska ráðgeving fyri at finna ein útlending til eitt føroyskt starv.
Tað er næstan sum at “fara yvir um ánna eftir vatni.”