Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.12.2024 14:31

Nú er kallað inn til skipanarfund í Fuglafirði

Ólavur Larsen hevur kallað inn til skipanarfund í morgin

Skipanarfundurin, sum nógv hava bíða eftir, verður í býráðshúsinum í Fuglafirði í morgin, gamlaárskvøld kl 14.00.

Hetta váttar Ólavur Larsen, fyrstvaldur á kommunuvalinum í Fuglafirði við 159 persónligar atkvøðum, fyri Eysturoyarportalinum í dag.

Listi Á, har fyrstvaldi Ólavur Larsen var á, fekk 4 býráðslimir valdar. Meðan Listi F, við sitandi borgarstjóra Dávur Juul, fekk 3 býráðslimir og Listi B, við Eyðun á Lakjuni fekk 2 býráðslimir valdar.

Sum skilst, so er ein semja gjørd fyri tíð síðani, millum Lista F og Lista B, um at skipað samgongu rundanum Lista Á. Og er hetta nokk ein av høvuðsorsøkinum at málið hevur drigið út.

Meira verður tó at frætta um hetta í morgin eftir at skipanarfundurin hevur verið.