Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.01.2025 21:36

Fabian Ness til NSÍ

NSÍ

NSÍ boðar í kvøld frá at felagið hevur fingið tilgongd av Fabian Ness.

Felagið skrivar soleiðis:

25 ára gamli normaðurin Fabian Ness hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við NSÍ.

Hann kom til B36 í fjør summar og spældi 13 dystir fyri árstalsfelagið, men nú fer hann í gulu blusuna í Runavíkini og er klárur at koma í gongd við kappingarárið 2025.

Fabian hevur sín fótbóltsuppvøkstur í Noregi, har hann hevur spælt við liðum sum Start, Grorud, Stømmen og SF Grei. Fabian hevur røkt plássið sum vinstri bakkur og kemur sostatt til felagið fyri at styrkja um hettar plássið.

Fabian hevur sínar styrkir bæði í tí defensiva spælinum, men samstundis ikki smæðin fyri at koma framvið og luttaka í tí offensiva spælinum.

Hann kemur til Føroyar í vikuni og verður at síggja á vøllinum við Løkin í næstu viku, tá allir møta inn aftur til venjing.