Kunning frá kirkjuráðunum í Fuglafirði og í Leirvík:
Lýsing:
Konfirmantarnir í Leirvík og Fuglafirði ganga í tveimum skúlum – Gøtu skúla og Fuglafjarðar skúla. Skúlin í Eysturkommunu – Gøtu skúli – hevur konfirmantar í tveimum prestagjøldum – Nes prestagjaldi og Fuglafjarðar prestagjaldi. Hetta ber rættiliga fitt av samskipan við sær, tí talan er um tvey prestagjøld, tríggjar kommunur, tríggjar skúlar og fleiri bygdir. Samstarvið við allar partar hevur verið fyrimyndarligt.
Har afturat fara konfirmantar at koma úr Funningsfirði og Elduvík, sum ganga í skúla á Skála – sum væntandi eisini vera konfirmeraði í Prestagjaldinum.
Til tess at fáa alt at passa sum best, hava konfirmantarnir í Nes prestagjaldi og Fuglafjarðar prestagjaldi, bæði vár og heyst, tí gingið til somu dagar. Fyrireikingin byrjar á heysti í 7. flokki, og verða tey fyrstu fermd pálmasunnudag.
Eftir hetta hava heystkonfirmantarnir bíðað við at hitst, til einaferð í september, sum tey eru byrjaði í 8. flokki, og eru síðani vorðin fermd 1. sunnudag í oktober. Tey hava tá ikki gingið til umaftur, tí at konfirmantlestur teirra var saman við várkonfirmantunum.
Broytingin:
Ásannandi, at íðan leingi hevur verið millum várkonfirmatiónina og til prestur og heystkonfirmantar aftur hittast, og at tað ikki ber til at biðja um fríloyvi frá skúlunum einaferð afturat, hava kirkjuráðini í Leirvíkar kirkjusókn og Fuglafjarðar kirkjusókn tikið avgerð um at flyta heystkonfirmatiónina til dýra biðidag – hetta frá og við 2026 at rokna.
Mett verður, at á henda hátt verður talan um eina felags ferð, frá tí at konfirmantar byrja at ganga til, og til tey verða fermd. Byrjað verður framvegis á heysti og lisið fram til várkonfirmatiónina. Broytingin er nú, at tað ganga einans smáar fimm vikur til seinnu konfirmatiónina, og øll soleiðis fermd ár vári í 7. flokki.
Soleiðis samtykt á fundi í báðum prestagjøldum á sumri 2024
:::
Konfirmantadagfestingarnar eru sostatt:
2025: 13. apríl í Fuglafjarðar kirkju og 28. september í Leirvíkar kirkju.
2026: 29. mars í Fuglafjarðar kirkju og 1. mai í Leirvíkar kirkju.
2027: 21. mars í Fuglafjarðar kirkju og 23. apríl í Leirvíkar kirkju.
2028: 9. apríl í Fuglafjarðar kirkju og 12. mai í Leirvíkar kirkju.
2029: 25. mars í Fuglafjarðar kirkju og 27. apríl í Leirvíkar kirkju.
2030: 14. apríl í Fuglafjarðar kirkju og 17. mai í Leirvíkar kirkju.
:::
Við ynski um eitt av Harranum signa nýggjár
Kirkjuráðini