Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.01.2025 08:28

Aðalfundurin verður 8. mars

Fótbóltssamband Føroya

Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður á Hotel Hilton leygardagin 8. mars klokkan 13:00.

Hetta er samstundis aðalfundur nummar 47, síðani felagsskapurin varð settur á stovn tann 13. januar í 1979.

Fundurin verður sambært lógum felagsins.

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi 30 dagar fyri aðalfundin.