Leygardagin brast ein føroysk fótbóltsbumba, tá ið NSÍ kunngjørdi, at felagið hevur gjørt ein 3 ára sáttmála við A-landsliðsleikarin og bóltsnillingin Brandur Hendriksson Olsen.
Formaðurin í NSÍ, Karstin Joensen, sum hevur verið formaður í felagnum síðani oktober 2022, er sera væl nøgdur við nýggjasta leikaran í hópinum.
Ja, tað er eingin loyna, at hetta var ótrúliga gott fyri NSÍ. Brandur er ein ótrúliga dugnaligur og royndur leikari, sum vit hava havt eyguni eftir í eina tíð.
Vit hava nú fingið ein leikara í hópin, sum fer at geva okkum nakrar heilt nýggjar streingir at spæla uppá. Hetta vísir eisini, at felagið vil verða við har sum tað er stuttligt at verða í føroyskum fótbólti.
NSÍ hópurin telur nú so navnframir leikarar sum Brandur H. Olsen, Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen, Jann Benjaminsen og Kristian Joensen, sum allir hava landsliðsroyndir og hava roynt seg uttanlands. Og hetta er Karstin Joensen eisini greiðir yvir fer at seta størri krøv.
Vit halda nú, at vit hava eitt spennandi lið, eingin ivi um tað, bæði við leikarum við altjóða royndum, og nakrar útlendingar sum vónandi eisini fara at styrkja okkum. Samstundis hava vit eisini nakrar ungar evnaríkar leikarar, sum vit vænta okkum nógv av í framtíðini.
Men hópurin er enn nakað tunnur og mangla vit nakað av breidd fyri at hópurin kann verða heilt klárur til kappingarbyrjan, har skaðar og leikbann ofta kunnu arga. Men tað verður arbeitt hart aftanfyri leiktjaldið fyri at styrkja um hópin. M.a. kemur ein miðverji at royndarvenja í vikuskiftinum.
Við “keypinum” av 29 ára skálvíkinginum, er NSÍ nokk eitt av feløgunum, sum serfrøðingar nú vænta fer at dystast um FM heitið komandi kappingarár. Ein sokallaður “dark horse” til FM-heitið.
Men hetta er formaðurin ikki heilt samdur í.
Tú fært meg ikki til at siga at vit skulu út at vinna FM-heitið. Tú skalt minnast til hvar vit koma frá. Tað er bert stutt tíð síðani at felagið leikti í næstbestu deildini. Tað er heldur einki felag sum vinnur nakað FM á pappírinum. Tað eru vit heilt greið um her á leiðini.
Vit ætla okkum at spæla við har sum tað er stuttligt at verða, og tað gangi eg út frá at okkara kappingarneytar eisini ynskja, sigur ein fáorðaður Karstin Joensen at enda við Eysturoyarportalin.
Umframt Brandur H. Olsen, so eru eisini Fabian Ness, Kevin Jablinski, Michal Przbylski, Jann Benjaminsen komnir til felagið í vetur.