Sunda kommuna
1. januar hevði Anvør Zachariasen 25 ára starvsdag á skrivstovuni hjá Sunda kommunu. Anvør byrjaði í starvi hjá Hvalvíkar kommunu 1. januar í 2000, og helt fram í Sunda kommunu í 2005, tá kommunurnar løgdu saman. 25 ára starvsdagurin varð fagnaður mánadagin, tá Anvør somuleiðis hevði 59 ára føðingardag. Í hesum sambandi segði borgarstjórin nøkur orð og ynskti Anvør til lukku við starvs- og føðingardegnum.
Sunda kommuna takkar fyri drúgva tænastu og vónar, at Anvør heldur fram í nógv ár afturat.