Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.01.2025 07:08

Veðrið: hósdagin 9. januar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin.

Frískur vindur upp í strúk av norði, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður við kava. Út á fyrrapartin minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Seinnapartin lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Í kvøld sum frálíður lítið lot av útnyrðingi, undir 5 m/s av, og í nátt vestan, skiftandi skýloft og okkurt kavaæl. Fyrrapartin í morgin lítið lot av útsynningi, undir 5 m/s, í støðum upp í frískt lot, 8 m/s. Hitin millum -3 og +3 stig, í kvøld og í nátt millum -6 og 0 stig, í morgin -2 til +5 stig.