Løgmansskrivstovan
Hósdagin 8. januar fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, til Keypmannahavnar. Á skrá er ávegis ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum.
Hetta er aðru ferð at skipa verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánaði. Fyrstu ferð var í fjør.
Føroyar yvirtóku um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Føroyum í juni.
“Tíverri gerst støðan í heiminum alsamt meiri spent og óviss. Tað er kríggj í Ukraina og Miðeystri, og stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Tí hevur tað størri týdning enn nakrantíð áður, at Føroyar, Danmark og Grønland hittast regluliga á ráðharrastigi og umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna, og hvussu hetta ávirkar samstarvið millum londini.“ Aksel V. Johannesen, løgmaður