Hondbóltssamband Føroya
Gallaveitslan 2025 í hondbólti verður leygardagin 17. mai í Bygdahúsinum á Strondum við StÍF sum fyriskipara.
Undirtøkan fyri árligu Gallaveitsluni í hondbólti hevur øll árini verið sera góð og er eitt av hæddarpunktunum valið av ársins leikarum, venjarum og dómarum. Aftur í ár verður Hondbóltsambandið ein virkin viðleikari í sambandi við tiltakið. Meðan StÍF hevur ábyrgdina av sjálvari veitsluni, verður tað HSF, sum stendur fyri atkvøðugreiðsluna um ársins heiðrar.
StÍF og HSF gleða seg at bjóða vælkomin til Gallaveitsluna 2025. Undirtøkan plagar at vera góð, og vónandi síggja vit leikarar, venjarar, dómarar, leiðarar og nevndarlimir, soleiðis at vit, saman við stóru stuðlunum hjá HSF og miðlunum, fáa eina rimmar veitslu, og ein góðan enda á hondbóltskappingarárið. Innbjóðing og kunning um tiltakið kemur seinni.