Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.01.2025 01:48

Skechers Performance 1/2maraton útsett til apríl

Kavin argar framvegis í Eysturoynni. Hóast vegirnir eru rímiliga svartir, er nógvur kavi í vegjaðaranum. Roysnið hevur tí avgjørt at útseta Skechers Performance Nýggjárshálvmarathon av trygdarávum. Nýggja dagfestingin er 5. apríl. Tá skuldi veðrið vónandi verið nógv betur. Og tað hevur eisini við sær, at enn fleiri fáa høvi at vera við – enn fleiri enn tey 109, íð higartil hava meldað til.