Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.01.2025 17:32

Kappróðrarfelagið Tindur: Mótøka verður fyri rógvarunum í morgin

Mynd: Kappróðrarfelagið Tindur

Kappróðrarfelagið Tindur boðar frá í dag, at móttøka verður á Bátasavninum í Leirvík, sunnudagin 12. januar kl.15.30, í samband við at rógvarar hjá Tindi hava luttikið í kappingini um danska meistaraheitið í inniróðri og hava vunnið heiðursmerkir um hálsin.

Hetta eru heiðursmerkini rógvarar hjá Tindi vunnu í dag:

2 min.

U12 Jógvan Skorastein við Misá, gull

U13 Martin Eiriksson Mikkelsen, gull

2000 metur

U16 Petra Johnsdóttir, gull

U16 Rúnar Emil Dalsá, gull

U18 Pauli Joensen, silvur

100 metur sprint

U13 Jógvan Skorastein við Misá, silvur

U13 Martin Eiriksson Mikkelsen, gull

200 metur sprint

U16 Petra Johnsdóttir, silvur

U16 Rúnar Emil Dalsá, bronsu

U18 Pauli Joensen, silvur