Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.01.2025 14:02

Vit fáa regna komandi vikuna

Veðurstova Føroya

Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein landnyrðing, og brúgvalag haðani við regni fer inn yvir Føroyar í dag. Eitt annað lágtrýst sunnan fyri Kappan fer at ferðast í ein landnyrðing ímóti Íslandi. Brúgvalag haðani fer væntandi fram við Føroyum mánakvøldið.

Í alla komandi viku fara fleiri lágtrýst í Norðuratlantshavinum væntandi at dýpast og sum frá líður ferðast ímóti Íslandi. Hetta hevur við sær, at fleiri brúgvaløg væntast at fara fram við Føroyum av útsynningi í komandi viku.