Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til mikudagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur hann vindin upp í frískan vind til hvassan vind sunnan og av útsynningi. Tað dregur á luftina og tað fer at regna. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin millum 4 og 9 stig.