Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.01.2025 22:25

Ábraham heldur fram í EB/Streymi

Mynd: EB/Streymur

EB/Streymur

EB/Streymur og Ábraham Klein Joensen hava gjørt ein nýggja sáttmála.

21 ára gamli Ábraham hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í Víkingi, sum hann umboðaði til hann í 2023 skifti til EB/Streym.

Ábraham hevur umboða fremsta liðið hjá EB/Streymi níggju ferðir, harav 8 dystir í Betrideildini og ein dyst í kappingini í Løgmanssteypið. Harafturat hevur Ábraham leikt 53 dystir í 1. deild og 15 dystir í 2. deild.

Sáttmálin millum EB/Streym og Ábraham er galdandi fyri kappingarári 2025.