Fyrstu dystirnir í VFF Cup hjá monnum í fóttbólti vóru leiktir í dag.
Á Toftum møttust B68 og Víkingur. Teir ljósabláu vunnu 2-0 við málum frá Olaf Bárðarsyni og Bjørn Bjarkhamar.
Í Klaksvík tók KÍ ímóti NSÍ. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Odmar Færø átti seinsata fótin á fyri heimaliðið, meðan ungi evnaríki Benadiktus Olsen javnaði fyri NSÍ.
Í Havn vann B36 4-0 á uppflytarunum FC Suðuroy. Meðan hinir uppflytarnir úr Suðuroynni, TB, vunnu kanska heldur óvænta 3-1 á útivølli móti 07 Vestur.