Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.
Lot til frískt lot sunnan og av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og tám, í støðum regn. Út á fyrrapartin og frameftir smá- ella hálvskýggjað og stundum okkurt ælið. Í nátt minkar hann vindin niður í lot sunnan, undir 5 m/s.
Týsdag fyrrapart lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.