Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.01.2025 11:30

Ráðgevarasáttmáli undirskrivaður við Henning Larsen arkitektar

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Fríggjadagin 17. januar, varð sáttmáli undirskrivaður um at endaliga prosjektera útstykking við Niklasmørk í Syðrugøtu.

Borgarstjórin, Per Martin Gregersen og stjórin á Henning Larsen, Ósbjørn Jacobsen, skrivaðu undir sáttmála um ráðgeving og endaliga prosjektering av útstykking við Niklasmørk í Syðrugøtu. Talan er um verkætlan við grundstykkjum til sethús, umframt at grundstykkir verða gjørd til íbúðarbygging.

Á býráðsfundi í desember samtykti býráðið at gera sáttmála við Henning Larsen arkitektar um at arbeiða víðari við prosjekteringini.

Harvið er skjøtil settur á arbeiðið, sum peningur er settur av til á fíggjarætlanini fyri 2025.

Gongst sum ætlað, verður arbeiðið klárt at bjóða út tíðliga í summar.