Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.01.2025 11:34

Instruktørarnir fingið íblástur úr Brasil

Giovani Fernandes úr Brasil var um vikuskiftið á Tórsvølli har hann hevði skeið fyri FSF instruktørunum - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Um vikuskiftið hevur FSF havt vitjan av Giovani Fernandes úr Brasil, ið arbeiðir við menning av undirvísarum á venjaraútbúgvingini.

29 instruktørar tóku lut, tá Fótbóltssamband Føroya um vikuskiftið skipaði fyri árliga instruktørskeiðnum. Skeiðshaldari hesaferð var brasiliumaðurin, Giovani Fernandes, sum í sínum arbeiði fyri FIFA fæst við menning av undirvísarum á venjaraútbúgvingini.

– Vit hava eitt sera gott toymi av venjarum, ið eru partur av undirvísingini og vegleiðingini tá venjaraskeið eru á skránni. Hesi hava eisini brúk fyri nýggjum íblastri, og sum heild eydnaðist skeiðið um vikuskiftið væl, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Umframt ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum í ár verður fríggjadagin 28. februar og leygardagin 1. mars, skipar FSF fyribils fyri sjey venjaraskeiðum í 2025, og tað er ikki óhugsandi at fleiri skeið verða ásett sum árið líður.

Yvirlit yvir venjaraskeið í 2025/2026 sæst HER.