Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.01.2025 09:29

Áheitan á Barna – og útbúgvingarmálaráðið og Føroya Løgting

Skúlin í Eysturkommunu er ein av teimum 7 skúlunum sum hevur sent áheitan til Barna – og útbúgvingarmálaráðið og Føroya Løgting

Fráboðan

Vit, skúlastjórar í skúlum sum hava næmingar upp til og við 7. flokk, harmast um og vilja átala ætlanina um at skúlaskifti skal vera eftir 6.flokk.

Galdandi skipan er ikki ring fyri næmingarnar. Tvørturímóti meta vit tað av alstórum týdningi, at næmingarnir eisini framyvir kunnu ganga í 7. flokki í heimbygd/heimakommunu síni.

Tað vildi verið ein stórur missur og bági fyri okkara skúlar, um ætlanin verður veruleiki.

Vit heita staðiliga á løgtingið um ikki at seta hesa broyting í verk. 

Tom Joensen                                    Eiðis skúli

Atli F. Johansen                                Skúlin í Eysturkommunu

Jensebeth Absalonsen               Viðareiðis skúli

Myrna L. Jacobsen                          Skúlin á Fossánesi

Beinta G. Jacobsen                        Porkeris skúli

Cecilia N. Sørensen                      Sumbiar skúli

Nomi  Jacobsen                               Skála skúli