Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til sunnukvøldið kl. 18.
Strúkur í vindi upp í skrið vestan 13 til 18 m/s, í støðum 20 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum vátakavi ella heglingur. Út á kvøldið minkar hann vindin, og í nátt og í morgin frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt kavaæl. Hitin 1 til 5 stig.