Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.01.2025 10:49

Veðrið: sunnudagin 26. januar

Veðurstova Føroya

eðruForsøgn galdandi til á middegi mánadagin.

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og okkurt kavaælið. Í kvøld og í nátt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin veksandi vindur av landnyrðingi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin upp í 4 stig, tá ið tað er heitast; 1 ella 2 stig niður um frostmarkið í nátt.