Birkblog
Í hesum døgum eru harudagar í Áarstovu. Undir leiðslu av Jógvani Steingrím Rasmussen, matstovuleiðara, longst til vinstru, standa teir allir til tína tænastu við haru, sum er skotin í desembur, keypt frá Leif Høj í Leirvík, flett beinanvegin og tilgjørd eftir teim mest hugtakandi gastronomisku listum og sniðfundigheitum til føroyska góman, so tú verður púra paff, tá tú kemur til japansku leyk dashi súpanina í øðrum umfari. Gastronmisku harumeistararnir í køkinum í Áarstovu eru frá vinstru: Skander og Yassime, sum báðir eru úr Tunis, og so føroysku Eiler og Hørður, til høgru.
Les meira her: https://birkblog.blogspot.com/2025/01/froysk-hara-heilt-til-japans.html