Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.01.2025 15:37

ABBA Tribute

Tíðindaskriv

Svenska ABBA forkelaðu frá 1972 til 1982 allan heimin við teirra framúrskarandi løgum, sum enn tann dag í dag leggja øll dansigólv niður, fylla allar spæliskráir og verða dagliga spæld í útvarpinum kring allan heim.

Sangir sum:

Mamma Mia

Dancing Queen

Fernando

Waterloo

Take a Chance on Me

Tað finst helst ikki eitt sanghefti til eina veitslu í Føroyum, har ABBA ikki er umboðað.

Hesi gullkendu tónar frá eini tónleikarligari stórheitartíð fara vit at uppliva 21. juni á Okkara Land 2025 á Skálatrøð. 

Har fer ein av teimum bestu ABBA-coverbólkum at leiða okkum igjøgnum eina fantastiska tónleikaferð aftur í tíðina.

Bjarni Lisberg á klaveri og Allan Tausen á gittara, saman við teimum báðum songkvinnunum Edith Dahl Jakobsen og Ann Chanett Danielsen, hava skapað eitt ljóð, sum hevur hugtikið tað føroyska áskoðarafólkið á ymiskum støðum – og nú fáa tit møguleikan at uppliva ABBA á Okkara Land.

Hetta verður stórt!

Vit síggjast 21. juni til Okkara Land 2025 á Skálatrøð!