Hondbóltssamband Føroya
Í dag, týsdagin 28. januar kl. 10.00 verður lutakastið til EM-endaspølini hjá U17- og U19-kvinnum.
Lutkastið kann stroyast her: https://www.youtube.com/live/iPFo9RComsE
EM-endaspælið hjá U19 verður leikt í tíðarskeiðnum 9. – 20. juli í Podgorica í Montenegro. Liðini eru styrkismett í 4 løg, sum verða drigin í 6 bólkar á 4 lið. Føroyar eru styrkismettar í potti 4.
Pottur 1: Frakland, Danmark, Týskland, Kroatia, Ungarn, Serbia
Pottur 2: Montenegro, Niðurlond, Svøríki, Noreg, Rumenia, Kekkia
Pottur 3: Sveis, Portugal, Ísland, Norðurmakedonia, Spania, Eysturríki
Pottur 4: Slovenia, Turkaland, Litava, Finnland, Pólland, Føroyar
EM-endaspælið hjá U17 verður eisini leikt í Podgorica í Montenegro, hetta í tíðarskeiðnum 30. juli – 10. august. Føroyar eru styrkismettar í potti 4.
Pottur 1: Danmark, Ungarn, Týskland, Frakland, Kroatia, Niðurlond
Pottur 2: Noreg, Svøríki, Montenegro, Rumenia, Ísland, Portugal
Pottur 3: Sveis, Norðurmakedonia, Kekkia, Serbia, Spania, Eysturríki
Pottur 4: Slovenia, Føroyar, Slovakia, Pólland, Litava, Turkaland