Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.
Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, eitt skifti fyrrapartin upp í skrið, 18 m/s, í støðum. Samdrigið og regn. Í kvøld støkkur hann vesturum, lítið lot vestan, seinni av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Fyrrapartin í morgin, lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frálíður upp í frískan vind, 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum +4 og +8 stig.