Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin snarar hann líðandi í sunnan, og út á seinnapartin veksur vindurin til frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Hálvskýggjað, sólglottar og yvirhøvur turt. Í kvøld veksur vindurin skjótt til strúk í vindi til skrið sunnan, 13 til 18 m/s, og sum frálíður upp í skrið, 20 m/s. Samdrigið og regn. Í nátt strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s. Sum líður á fyrrapartin í morgin hvassur vindur ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s. Hitin millum +3 og +6 stig, í morgin millum +6 og +9 stig.