Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.02.2025 19:45

Oljuleki staðfestur á Kambsdali

Fuglafjarðar kommuna

Ein oljuleki er staðfestur á Kambsdali. Tað bráar og luktar av olju í ánni niðanfyri bygdina og kann hettar koma frá einum gomlum oljutanga.

Í hesum sambandi heitir Fuglafjarðar kommuna á allar borgarar á Kambsdali, at kanna sínar oljutangar fyri møguligar lekar t.d.økta oljunýtslu ella um tit nýligani hava fingið olju.

Somuleiðis heitir Fuglafjarðar Kommuna á allar borgarar, sum ikki longu hava skrásett sín oljutanga, um at fáa hettar gjørt á heimasíðuni hjá kommununi https://fuglafjordur.fo/skraseting-av-nyggjum-verandi…/ ella avmelding/burturbeining av tanga her https://fuglafjordur.fo/skraseting-av-oljutangum/.

Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Jan Lauritsen á 239112.