Skála ÍF skrivar:
Í gjárkvøldið leiktu menninir sín næsta venjingardyst í presesongini. Hesuferð ímóti AB, inni í Vika. Dysturin var leiktur í góðum líkindum; og við góðum vallarljósum, hevði tað minni at siga at dysturin bleiv leiktur kl. 20. Ætlandi skuldi dysturin spælast 5. febr. men veðurgudarnir lovaðu nógvan vind út á kvøldið, so avgjørt bleiv at framskunda dystin ein dag.
Skála byrjaði við veteraninum Arnhold Olsen í mál, Kristian Martin, Ervin, Rói og Hanus í verjuketuni, Simon og Andreas á kanti, Markus O og Patrik á miðjuni, við John frammanfyri og Markus I fremst.
Dysturin leikti javnt á, har bæði liðini skiftust til at hava yvirváð, men bæði liðini høvdu trupult við at skapa opnar møguleikar. AB fekk fyrsta málið í dystinum tá eitt gott korter var spælt. Tað var í eini hornasparkstøðu, har verjan ikki fekk ruddað vekk og eitt AB bein var fyrst á bóltinum og so í mál.
Eini 10 minuttir seinni sendi Rói eitt skot móti AB málinum úr vinstru síðu, har málmaðurin hálvbjargaði, men helt ikki bóltinum og so var 1-1.
Í øðrum hálvleiki skiftu bæði liðini, sum vera man, ein stóran part av leikarunum. Hjá Skála komu Beinir, Bjarti, Boas, Martin, Dávid, Elias og Julius inn í loypi av hálvleikinum.
Eins og í fyrra hálvleiki blivu tað ikki til teir nógvu málmøguleikarnar, tó at vit høvdu onkra naska roynd á málið, men AB málverjin stó stinnur.
Sostatt endaði dysturin 1-1
Leygardagin tekur Skála ímóti Víkingi undir Mýruhjalla, og tann dysturin verður kl. 11