Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.02.2025 07:39

Iranskur filmur um støðuna hjá kvinnum

Filmsfelagið

Mikudagin sýnir Filmsfelagið Oscartilnevnda filmin ”Fræið av heilaga fikutrænum”.

Iranski leikstjórin, Mohammad Rasoulof (f.1972) varð dømdur koyrilssløg og átta ára fongsul, tá hann fanst at prestastýrinum í landinum og at lýsa, hvussu kvinnur vórðu bardar niður í Iran.

Eftir at 22 ára gamla Mahsa Amini doyði í 2022, og rørslan Woman, Life Freedom tók seg upp, gjørdist iranska støðan kend um allan heim, og fekk týdning fyri útbreiðsluna av filminum “Fræið av heilaga fikitrænum”. 

Undan frumsýningini í Cannes í vár, eydnaðist leikstjóranum at flýggja til Týsklands og síggja filmin í frælsi.

Iranski leikstjórin hevur fyrr verið dømdur í fongsul fyri alment at siga og vísa, hvat hann heldur um harðrenda mannfólkastýrið. Tað var meðan hann sat í fangahúsi, at hugskotið sum nýggi filmurin, ”Fræið av heilga fikutrænum”, byggir á, kom til hansara.

Í loyndum segði ein fangavørður frá, hvussu hann ætlaði at taka lívið av sær, tí húskið og børnini høvdu at honum fyri óvirðiliga arbeiðið sum fangavørður. Hetta gjørdist evnið, sum søgan í ”Frænum av heilaga fikutrænum”, snarar um og byggir á. Ein darrandi og margtýdd nøtrisøga um ein iranskan dómara, Imam at navni, sum í kjalarvørrinum á mótmælunum, ið um alt landið taka seg upp móti einræðisstjórnini, sum frá líður noyðist at halla seg til og virða vaksandi misálitið, heimafólkini hava á hann og starvið sum kanningardómari.

Filmurin, sum er gjørdur og tikin í loyndum, var frumsýndur í Cannes, har dómsnevdnin gav Mohammad Rasoulof eina serliga dómsnevndarvirðisløn.  

Hóast iranskt mæltur, er ”Fræið av heilaga fikutrænum” týska umboðið, tá Oscarvirðislønir verða handaðar 2. mars í bólkinum besti altjóða filmur. 

Filmsfelagið 12/02 kl 20:00 Fræið av heilaga fikutrænum (The seed of the sacred fig, Mohammad Rasoulof, Iran 168 min)

Spjaldur