Tað var ongantíð ivamál um hvat var betra liðið.
Fyrsta settið var lítið spennandi og vóru tað tíverri tekniskir og óprovokeraðir feilir, sum settu sín dám á dystin. Hetta gekk útyvir FLEYR genturnar, sum komu langt afturúr, hóast tær høvdu góðar løtur. Ternan vann sannførandi fyrsta sett.
Í seinna settinum var javnari ímillum liðini. Og endaði dysturin 2-0 til Ternuna. 1.sett 17-25 2.sett 23-25
Dagsins Leikari: Elisa Hermansen hjá Ternuni
Leikarar hjá Fleyr: Tórhild Bogadóttir Ziska, Linn Andrea Højgaard, Maria Magnadóttir Hovgaard, Lív Helena Arge Jacobsen, Embla Bjarkhamar, Durita Sára Dahl Egilsnes, Bjørg Debes Fjallsbak, Tóra Olsen Á Skúr, Børka Jákupsdóttir, Bjørk Rasmussen Rimestad, Durita Poulsen.
Leikarar hjá Ternuni: Lea Jóhansdóttir á Lakjuni, Erna Olsen, Maia Jóhansdóttir á Lakjuni, Lydia Túgvustein, Elisa T. Hermansen, Rebekka Larsen, Kaja Hansen, Emily Philbrow Troleis, Durita Thomsen, Elinbjørg Johnsdóttir Joensen.