Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.02.2025 08:44

Heimskendi Trentemøller kemur at framføra á G! í summar

G! festival

Heimsstjørnan Trentemøller breyt ígjøgnum við útgávuni The Last Resort, og serliga lagið Moan gjørdist sera kent. 

Ljóðborðsgandakallurin hevur latið úr hondum fleiri útgávur, og boð hava verið eftir honum at endurmiksa tónleik hjá Tricky, Depeche Mode og The Knife, fyri bert at nevna nøkur av teimum fleiri enn hundrað endurmiksunum, hann hevur gjørt.

Í tvey áratíggju hevur hann framhaldandi ment seg, og spælir í dag ótrúligar konsertir alla staðni. Á pallinum fara vit at uppliva Anders Trentemøller við bólki sínum, hvørs limir eita Dísa Jakobs, Silas Tinglef, Brian Batz og Jacob Haubjerg.

Hvønn týsdag avdúkar G! eitt nýtt navn av umfatandi tónleikaskránni fyir G! 2025.

Spjaldur