Borg
Í sambandi við árliga starvsfólkadagin hjá Borg, fríggjadagin 7. februar, heiðraðu vit tey, ið hava havt rundan og hálvrundan starvsdag í 2024. Rodmundur Nielsen, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri drúgva tænastu við vón um fleiri ár afturat. Tey fingu øll hvør sítt blómutyssi og gávu frá Borg.
10 ára starvsdag høvdu Hans Jákup á Reynatrøð og Rósa Thomsen Reinert. 15 ára starvsdag hevði Jann Martin Mortensen.