Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.02.2025 18:23

Lars Markmanrud og NSÍ 2025!

Mynd: NSÍ

NSÍ

23 ára gamli norðmaðurin, Lars Markmanrud, og NSÍ hava í dag skrivað undir sáttmála fyri kappingarárið 2025.

Lars kemur beinleiðis úr Jerv, har hann hevur spælt tað síðsta árið. Lars hevur sín uppvøkstur í Sandefjord, har hann m.a. hevur spælt 41 dystir í bestu norsku deildini. Eitt tíðarskeið hevur hann eisini spælt í Egersund.

Hann kann spæla í miðverjuni, á verjukenda miðvøllinum ella á høgra bakki, og kemur tí beint inn at kappast um eitt av hesum plássunum. Hann hevur sínar styrkir við verjukenda spælskilinum, men er samstundis góður og tryggur á bóltinum.

Lars hevur vant hesa vikuna, og vónandi verður hann at síggja á vøllinum til dyst, komandi vikuskiftið!