Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.02.2025 09:19

Víkingur hevur havt aðalfund

Mynd: Víkingur

Víkingur

Mikukvøldið 12. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð, hóast nógv annað virksemi í kvøld.

Jan Dam Vang varð valdur til fundarstjóra og Elin Vatnhamar Olsen til skrivara.

Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.

Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga.

Vit eiga ein góðan felagsskap, vid umleið 450 aktivum limum – 300 børnum og 150 vaksnum.

Grundarsteinurin í felagnum er framvegis tað sjálvbodna arbeiðið, har vit eiga eitt ótal av fólkið, sum leggja arbeiði í Víking – saman lyfta vit felagsskapin.

Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið; Brandur Jacobsen, Jeffri Olsen og Elin Vatnhamar Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Brandur Jacobsen, formaður

Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna

Elin Vatnhamar Olsen, skrivari

Jeffri Olsen, nevndarlimur

Edith Dam Vang, nevndarlimur

Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur