Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.02.2025 10:10

Fyri fyrstu ferð er fólkatalið á Strondum farið upp um 1.100

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna skrivar soleiðis í dag:

Í dag búgva 1.101 fólk á Strondum.

Á Selatrað búgva 43, í Morskranesi 20, í Kolbeinagjógv 27 og Innan Glyvur 80.

Higartil í ár eru tvey børn fødd, trý fólk eru flutt frá og 33 eru flutt til.

Vit kunnu tí gleðast um, at í dag búgva 1.271 fólk í Sjóvar kommunu.