Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.02.2025 09:43

Lewis Fitzgerald fær hjörtu at smelta á G! 

G! festival

Onkuntíð ljóðar tað ikki, sum tað sær út, ella sær tað ikki út, sum tað ljóðar. 

Sunnan úr London kemur bert 22 ára gamli Lewis Fitzgerald. Væl tatoveraður um bæði kropp og snýð er hann ikki mildur á at líta. Men úr honum kemur væl pussaður popptónleikur, ið fær hjörtu at smelta. 

Ósmæðin og fyrikomandi er hann á pallinum, og tú merkir hvussu væl honum dámar at samskifta við fólk. Stóru plátufelögini og bókingarfyritökurnar hava hann longu í fold, og hettar er ein tey satsa stórt uppá komandi tíðina. 

Gleð teg at uppliva Lewis Fitzgerald á G!, umframt Kaleo (IS), Emilíana Torrini (IS), Trentemøller (DK), Hall Joensen (FO), Marius DC (FO), Beinir (FO) og nógv onnur. 

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 

Tú mást fara!

Spjaldur