Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.02.2025 15:12

Sera trekt at fáa Ríkisumboðið á tal á tingi

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Kunning um hvussu danskir myndugleikar loysa sínar uppgávur í Føroyum

Spurningar:
1. Í hvønn mun fær landsstýrismaðurin kunning um virksemi og støði á virkseminum hjá donskum myndugleikum í Føroyum?

2. Hvørja meting hevur landsstýrismaðurin av støðuni í løtuni út frá tí kunning, sum hann fær?

Viðmerkingar:
Seinastu tíðina hava vit gjøgnum fjølmiðlar í nógvum førum hoyrt um, at tað eru avbjóðingar hjá donsku myndugleikunum í Føroyum, sum virka innan lógarøkið. Eitt dømi var, at tað tók fimm ár og fimm mánaðir at avgreiða eitt mál, sum endaði við at snúgva seg um eina bót á 5.000 krónur fyri at órógva almenna friðin á havnalagnum í Nólsoy. Bótin endaði við at falla burtur. Eitt annað dømi, sum er komið styttri hjá ákæruvaldinum – og kundi verið mett sum eitt størri mál – er nógv umrødda bótin til Bakkafrost fyri brot á djóraverndarlóggávu.

Heldur ikki tá fótbóltsófriðarkroppar yvirtóku Havnina í fjør, gjørdu ríkismyndugleikarnir nakað fyri at steðga hesum; heldur varð roynt at flyta onnur menniskju undan og at heita á fólk um at stongja tær fyritøkur, sum lógu á leiðini hjá hesum ófriðarkroppum. Hartil er greitt, at tveir politistar seinastu tíðina eru dømdir fyri lógarbrot.

Umframt hetta kemur, at fyrrverandi sýslumaður og løgreglumaður vísir á eina støðuga niðurlaging av bæði politinum í Føroyum, og hvussu uppgávurnar verða loystar. Hetta seinasta tykist heldur ikki at vera í ósamsvari við, at stórar sparingar hava skulað verið gjørdar í politinum í løtuni. Sparingar og broytingar, sum almenningurin og lóggávuvaldið í Føroyum fáa sera lítið innlit í. Samstundis ljóðaði á fútanum í sjónvarpstíðindunum mánakvøldið, at politiið í Føroyum er á einari heilt góðari leið.

Orsøkin til, at hesin spurningur verður settur landsstýrismanninum í lógarmálum og ikki Ríkisumboðnum, sum møguleiki eisini er til at seta skrivliga sambært Tingskipanini, er, at tað er sera trekt at fáa Ríkisumboðið á tal her á tingi, og tað tykist vera ógjørligt at spyrja nærri um nøkur viðurskifti, tá Ríkisumboðið hevur lisið eitt embætissvar upp frá avvarðandi ráði í Danmark. Tá kann væntast, at landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur størri møguleikar í samskiftinum frá stjórn til stjórn.

Á Løgtingi, 18. februar 2025
Eirikur í Jákupsstovu