Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.02.2025 11:22

Aftur í ár er G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna

G! festival

Útlendsku növnini fylla nógv í prátinum gjögnum árið, men kommandi viku tosa vit bert um föroysk növn. Og föroysk növn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi lötur.

Summi eru ung, onnur tilkomin. Summi spæla mest úti í heimi og onnur mest her heima. 

Hvör fuglur syngur við sínum nevi, og vit eru errin av öllum. Tónleikaríkidömið er sanniliga stórt í hesum landi.

Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2025, vit byrja mánamorgunin og halda so fram eina heila viku. 

Higartil eru trý föroysk növn kunngjörd, tey eru Hallur Joensen, Marius DC og Beinir.

Fylg við, tá ið vit hvönn morgun komandi vikuna kunngera eitt spennandi föroyskt tónleikanavn.

Spjaldur