Tað er bert 21 dagar eftir til føroyska flytingarvindeygaði letur aftur tann 14. mars.
Fleiri feløg hava longu verið úti um seg og styrkt seg við leikarum, bæði úr Føroyum og uttanlands.
Men eitt felag sum ikki kemur at gera nakað meira í hesum flytingarvindeyganum eru føroyameistararnir úr Víkingi. Tað váttar høvuðsvenjarin, Jóhan Petur Poulsen, fyri Eysturoyarportalinum í dag.
Tað koma ikki nøkur nýggj andlit afturat í Sarpugerði. Vit hava fingið Ragnar Skála inn, og tað verður tað. Vit hava ein spennandi hóp við bæði royndum og ungum leikarum sum vit trúgva fult og fast uppá. Og fara vit at geva okkara egnu ungu leikarum møguleikan í mest møguligan mun, sigur Jóhan Petur Poulsen.
Hóast fleiri leikarar, so sum Géza Dávid Turi, Finnur Justinussen, Signar á Brúnni, Martin Klein Joensen og Andreas Lava Olsen eru vekk frá síðsta kappingarárið, so sæst longu nú eitt nýtt ættarlið at vera á veg í Víkingi.
Í finaluni í VFF Cup í móti NSÍ vóru t.d. ungir leikarar so sum; Jósef Ólavsson, Ingi Arngrímsson og Jónathan Lervig á bonkinum. Umframt Rani Hansen og Hans Jákup Arngrímsson, sum báðir eru nøkur ár eldri og sum tó hava snodda til besta liðið áður. Meðan í øðrum venjingardystum í ár hava eisini m.a. Arnór Brandsson, Bjørn Bjarkhamar, Jákup Martin Jarnskor og Dávid P. á Líðarenda verið við.
Víkingur spælir venjingardyst í móti B68 í morgin kl. 12.00 í Sarpugerði.