Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.02.2025 18:09

Meting fyri viku 9, 2024

Savnsmynd (Eysturoyarportalurin)

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Tað kemur at landa í vikuni. Tað hevur mest av hýsu og toski. Fýra frystilínuskip eru við Ísland, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður eitt sindur ivasamt fyrst í vikuni, men betri seinni í vikuni. So vit vantað nakað av  útróðri miðskeiðis og síðst í vikuni. Línubátarnir fáa mest av toski og hýsu, meðan snellubátarnir fáa nógv mest av toski og so eitt sindur av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er til fiskarí og kemur hann at landa í vikuni.