Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Hvassur vindur ella skrið av landsynningi-suðuri, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn. Seint seinnapartin minkar hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Seint í kvøld veksur hann í støðum vindin aftur til hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s.
Mánadag fyrrapart frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum skrið, 18 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.