Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.02.2025 13:01

Árligi skúlaleiðaradagurin

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setti árliga skúlaleiðaradagin í vikuni. Í røðu síni legði hann dent á týdningin, sum leiðslan hevur í arbeiði skúlans bæði viðvíkjandi starvsfólkaleiðslu og at leiða næmingar og virksemi skúlans. Eisini vísti landsstýrismaðurin á umráðandi førleikan at duga kynstrið at leiða umvegis onnur, umframt at hann umrøddi stóru uppgávuna at menna trivnað, læring og sosiala felagsskapin í skúlanum og at duga at møta øllum pørtum bæði næmingum, starvsfólkum, foreldrum og avvarðandi stovnum og myndugleikum.  

Høvuðsevnið á skúlaleiðaradegnum var starvsfólkaleiðsla, har leiðarar í fólkaskúlanum fingu íblástur og høvi at kjakast um starvsfólkaleiðslu í einum samfelagi, ið støðugt broytist.
 
Serfrøðingar høvdu framløgur um ymisk leiðsluviðurskifti, har m.a. Súsanna Olsen frá Fróðskaparsetrinum legði fram um burðardygga starvsfólkaleiðslu, Durita Fagradal Augustinussen umrøddi virðini hjá ymisku ættarliðunum á arbeiðsmarknaðinum, og Clarissa Poulsen í Undirvísingarstýrinum tosaði um týdningin við øðrum tjóðskapum í arbeiðslívinum.
 
Eftir framløgurnar fingu luttakararnir høvi til at skifta orð um og reflektera yvir framløgurnar, og hvussu leiðsla kann styrkjast í fólkaskúlanum.

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.