Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.02.2025 09:40

Jóannes Joensen – Bass Elvis

G! Festival

“Tá man so letur seg í búnar, er ikki ein vandi fyri at fólk fara at flenna eftir tær?”, spyr verturin í sendingini, og Bass Elvis svarar: “Tað leggi eg einki í, mær dámar væl at síggja fólk smílast, tá eg upptraðki”. 

Flest fólk munnu í farna árið hava sæð rörandi og lívsjáttandi sendingina í KVF, Bass Elvis og Jesus á Mallorka, um Jóannes Joensen úr Leirvík, sum hevur skizofreni og brúkar tónleikin sum styrk og heilivág. 

Jú, sanniliga gleða vit okkum at uppliva hin fólkakæra og festliga Bass Elvis á G! 2025.

Vanliga avdúka vit hvönn týsdag eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025, men hesa vikuna er Spæl Föroyskt vika, tí práta vit bert um föroysk növn og avdúka hvönn dag í vikuni enn eitt frálíkt föroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis og nógv onnur. 

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 

Spjaldur